Afrika rindar nógv fyri menningarhjálpina

Ein stórur partur av menningarhjálpini, sum Afrika fær á hvørjum ári, endar aftur í Vesturheiminum.

Á hvørjum ári fær Afrika nógvan pening úr Vesturheiminum til menningarhjálp, men minni enn so allur peningurin kemur afrikanarunum til góðar. Tvørturímóti endar ein fittur partur av menningarhjálpini aftur í Vesturheiminum.

Tað sæst í einari kanning, sum Kwame Andam, rektari á einum lærdum háskúla í Ghana, hevur gjørt. Hann vísir á, at á hvørjum ári arbeiða umleið 100.000 vesturlendskir serfrøðingar av ymsum slagi í Afrika. Teir kostar teimum afrikonsku londunum góðar fýra milliardir dollarar, og pengarnir fara burtur av menningarhjálpini.

-Teir eru partur av tí, sum verður rópt "teknisk menningarhjálp". Hetta arbeiðið kundu afrikanskir serfrøðingar gjørt, um teir vóru her. Men trupulleikin er, at Vesturheimurin er farin við teimum, sigur Kwame Andam við blaðið The Ghanasian Chronicle. Hann vil vera við, at fyritøkur og tað almenna í Vesturheiminum eru farin við umleið einum triðingi av teimum best útbúnu afrikanarunum, og at hendan gongdin hevur rakt Etiopia, Nigeria og Ghana serliga meint.

Norski granskarin og rithøvundurin Guri Wiggen, sum hevur skrivað eina bók um menningarhjálp, sigur við Dagsavisen, at nógvir av teimumn vesturlendsku serfrøðingunum gera sær dælt av menningarhálpini, og at teir brúka pengar til egnan bil og egin hús. Tað ger teir til ein yvirstætt í menningarlondunum, sigur hon.