Tiltakið hjá Neistanum verður í høllini á Hálsi Hondbóltsfelagið, Neistin skipar í annaðkvøld fyri tiltakinum ?Aftur í 70′ini?.
Orkestrini, ið koma at spæla til stóra tiltakið eru Spaðar 5, 4ever og Deiggj
Undirtøkan fyri tiltakinum seinastu árini hevur verið sera góð.
Dansibólkurin Spaðar 5 er samansettur av royndum tónleikarum, sum duga allar gomlu slagarnar uttanat. Tað er rættiliga nógv tíð liðin síðani, at Spaðar 5 var at síggja á palli, men tað hevur eydnast Neistanum at fáa allar limirnar í bólkinum savnaðar til tiltaki Aftur í 70´ini.
Tónleikurin ið Deiggj spæla til dans, er mest rocktónleikur frá 70´unum blandaður við nýggjari tónleik. Síðan 2007 hava Deiggj miðvíst vant løg hjá kenda enska bólkinum Uriah Heep, og teir megna at spæla meira enn 20 ymisk løg hjá teimum í eitt kvøld.
4ever er ein bólkur, sum er kendur fyri at spæla rættiliga góðan dansitónleik til allar aldursbólkar.
Dyrnar í høllini í lata upp kl. 23.00