Aftur at verja Neistamálið

Emil K. Jacobsen verður í hópinum hjá Neistanum, sum skal spæla FM-finalur móti Kyndil í páskavikuni

Hondbóltur: – Vit hava framvegis spælaraloyvið hjá honum, og hann er sinnaður at koma til Føroya. Men tá er ikki sagt, at Ári Dam ikki fer at verja málið. Vit vilja sjálvsagt verða so væl fyri sum gjørligt til finalurnar, og Emil K. Jacobsen styrkir heilt víst um hópin, sigur Ingi Olsen, ið sostatt váttar, at Neistin styrkir seg til FM-finalurnar ímóti grannunum úr Kyndli.
Emil K. Jacobsen, sum ikki hevur spælt hondbólt síðan hann var í Føroyum, royndist sera væl, tá hann vardi málið hjá Neistanum í steypafinaluni í januar – forrestin eisini ímóti Kyndli. Ta ferðina spældi hann eisini ein landskappingardyst fyri teir bláu.
Danski málverjin er 29 ára gamal, og hevur spælt tveir dystir fyri danska A-landsliðið, umframt at hann hevur spælt 10 U-landsdystir fyri Danmark.