Aftur dronoálop á Moskva

Í nátt var Moskva á triðja sinni í eina viku rakt av dronuálopi, men russar siga seg hava skotið dronurnar niður

 

Álopið í dag er eftir øllum at døma tað triðja dronuálopið á Moskva seinastu vikuna. Mánadagin var ein skrivstovubygningur raktur í russiska høvuðsstaðnum. (Arkivfoto). - Foto: Stringer/Ritzau Scanpix

Í nátt vórðu tvær dronu brúktar í einum álopi á russiska høvuðsstaðin, Moskva.

 

Tað upplýsir borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, á boðtænastuni Telegram.

 

– Ukrainskar dronur lupu á í nátt. Tveir skrivstovubygningar hava fingið nakað av skaða. Tað er eingin fólkaskaði, skrivar hann.

 

Tað er eftir øllum at døma triðja dronuálopið á Moskva seinastu vikuna.

 

Mánadagin upplýsti Russlandi, at tað vóru ukrainskar dronur yvir landinum. Her var ein drona skotin niður, meðna hinar flugu inn í ein skrivstovubygning í Moskva.

 

Leivdirnar av dronunum vóru eisini funnar nærindis verjumálaráðnum – vara ein kilometur burtur frá russiska stjórnarbygninginum, Kreml.

 

Fríggjadagin upplýsti Sergej Sobjanin á Telegram, at ein »fíggindalig drona« hevði roynt at framt álop. Hann skrivaði ikki, hvar dronan hevði verið.

 

Russland hevur givið Ukraina skyldina fyri bæði álopini. Ukraina hevur tó ikki viðmerkt hendingarnar.

 

Dronuálop á russiska høvuðsstaðin hava síðani ársskiftið verið alsamt meira vanlig.

 

Millum annað vóru tvær dronur fyrst í juli yvir Moskva og ein triðja í grannaøkinum Kaluga. Tær vóru sambært russiskum myndugleikum skotnar niður og megnaðu ikki at gera skaða.

 

Eisini í juni vóru fráboðanir um dronur yvir Russlandi. Og síðst í mai vórðu átta dronur skotnar niður uttan fyri Moskva. Leivdir av teimum raktur fleiri íbúðarbygningar.

 

Tað størsta álopið var eisini í mai, tá Kreml var rakt av einum dronuálopi.

 

/ritzau/AFP

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

 

 

Álopið í dag er eftir øllum at døma tað triðja dronuálopið á Moskva seinastu vikuna. Mánadagin var ein skrivstovubygningur raktur í russiska høvuðsstaðnum. (Arkivfoto). - Foto: Stringer/Ritzau Scanpix