Aftur ein høll reist á nýggja ídnaðarøkinum í Sørvági

Komandi mánadag verður næsta høllin reist á nýggja ídnaðarøkinum á Hálsi í Sørvági.

Talan er um høllina, sum bygningssnikkarin Berg Rasmussen letur byggja. Berg Rasmussen hevur í nógv ár havt fleiri mans í arbeiði, teir smíða hús og gera annars alt timburarbeiði. Í løtuni starvast 6 mans hjá Bergi.

Høllin verður 450 fermetrar til støddar, sigur Berg Rasmussen, sum gleðist um, at teir nú fara at fáa munandi betur umstøður.

Berg Rasmussen sigur, at ætlanin er, at høllin skal verða liðug fyrst í septembur. Kostnaðurin av høllini, tá alt er liðugt, fer at liggja um 2,0 mill. kr.