Løgreglan í Grønlandi hevur smáar vónir um at finna eina kvinnu aftur, sum fríggjakvøldið varð eftirlýst í samband við eina jolluvanlukku. Vanlukkan hendi, tá hon og maðurin sigldu á eitt sker við bygdina lluitsup Paa í Suðurgrønlandi.
Vanlukkan hendi fríggjakvøldið. Maðurin, sum var í jolluni, sló seg í, tá jollan stoytti. Hann gjørdist uttan vit, men kom til sín sjálvs aftur og megnaði at sleppa upp á land. Hann varð fluttur á sjúkrahúsið í Nuuk.
Leitað hevur verið eftir konuni, og við í leitingini hava eitt nú verið Hvidbjørnen, skip og bátar, ein Seahawk-tyrla og eitt Challenger-flogfar. Tilbúgvingin á staðnum hevur eisini tikið lut í leitingini.
- Vit funnu nøkur vrakpetti, og tað var tíverri tað einasta. Tað rekur ógvuliga hart í økinum, har vanlukkan hendi, og nú er tíðin vorðin so long, at tað næstan er vorðið ómøguligt at finna kvinnuna aftur, sigur grønlendska løgreglan.