Aftur ein skúlaskjóting í USA

Fleiri eru dripin og tíggjutals løstað, eftir at ein maður byrjaði at skjóta á einum skúla í Parkland í Florida. Sambært USA Today er skjúttin ein næmingur á skúlanum. Robert Runcie, skúlastjóri, sigur, at teir ikki fingu nakra hóttan áðrenn álopið.

 

Løgreglan boðaði fyri løtu síðani frá, at skjúttin er handtikin. 

 

Næmingar og lærarar leitaður sær skjól ymsa staðni inni í skúlanum, tá fyrstu skotini hoyrdust. Næmingar siga við amerikanskar miðlar, at panikkur kom í, tá tey skiltu, at talan ikki var um eina brandvenjing. 3.100 næmingar ganga á skúlanum.