Lurtararnir hjá sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 vóru aftur væl fyri sunnudagin.
Hesaferð hevði ein KÍ-fjeppari tað besta sms´ið. Vinnarasms´ið var soljóðandi: "HB svav eitt SPLIDT-sekund".
KÍ-fjepparin vann eitt atgongumerkið til Tórsfest, sum verður í gongugøtuni í Havn, dagarnar 22. og 23. juli.
Onnur góð og stuttlig sms, sum komu inn til sendingina vóru soljóðandi:
"ÍF hevur tikið um endan í Effodeildini, og í 1. deild"
"Tað verður "Spæl føroyskt vika" hjá HB í komandi viku. Allir danskararnir skulu sita á beinkinum"
"HB? Hvar bleiv løgmanseffektin av?"
"07 Vestur hevur broytt navn til 04 Vestur"
"Klaksvíkingar eru byrjaðir at brúka Anti-Troest"
"Worst Case Scenario: Atli Gregersen fluktar bóltin í málið, og avger dystin. Tí so gevst hann?"
"Dion Splidt Splidtaði HB í dag"
"HB liðið trumlað niður, KÍ vann ein søtan sigur, suðuraftur høvdið hongur, KÍ vísti hvør er Kongur."
"Hvussu leingi hava vespurnar ein "odd" ? Eitt samdøgur (vóru "oddalið" í eitt samdøgur)"