Aftur galið við matvørum í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti tveimum matvørum

Nú er aftur galið við matvørum, sum eru seldar í Føroyum.

 

Í hesum sambandi afturkallar Heilsufrøðiliga Starvsstovan tvey sløg av matvørum, sum eru at fáa í Føroyum

 

Onnur vøran, talan er um, er "Änglemark økologisk kokosolie, Nettovekt 200 gram". EAN nummarið er: 5700382372355, og hon er best fyri 28. februar í 2017, 31. mars í 2017 og 30. apríl í 2017

 

Tað, sum er galið við kokosoljuni, er, hýggj er í nøkrum pakningum, og tí er  kokosoljan ikki hóskandi til matna.

 

Hin vøran, sum er afturkallað, er "Jensen's Klassiske Kylling i Karry, 500 g. Framleiðsludagarnir eru 17. novembr í 2015 og 19. november í 2015, og hon heldur sær til 16. mars í ár og 18. mars í ár.

 

Orsøkin til, at høsnarungarnir eru afturkallaðir, er, at luftgerð er í nøkrum pakkum, og tí eru teir óhóskandi til matna.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk, sum hava keypt hesar vørur, um at tveita tær burtur, ella at lata tær aftur til handilin, haðani tær eru keyptar.