Leygardagin hevur Føroya Banki aðalfund. Í tí sambandi hevur nevndin fyri Føroya Banka skrivað sína árligu frágreiðing, sum viðger hornasteinarnar í virksemi bankans og føroyska búskapinum. Føroya Banki kundi vísa á eitt yvirskot áðrenn skatt áljóðandi 209,7 mió fyri árið 2001. Hetta er í sjálvum sær ikki meira enn árini frammanunda, men munurin er tann, at tær stóru afturføringarnar frá kreppuárunum eru við at verða lidnar, og roknað verður við, at hetta verður heilt leyst og liðugt í 2002.
Føroya Banki vísti í sambandi við roknskapin á, at solvensurin var frálíka góður hjá bankanum. Onnur tøl hjá Bankanum hevur rakstrarinntøkur fyri hvørja útreiðslukrónu, sum er ein heila krónu ella eini 65% hægri enn líknandi bankar í Danmark.
Í frágreiðingini verður m.a. nortið við støðuna hjá alivinnuni.
?Eftir stóra menning og framburð í 1999 og 2000 er nú aftur vanligur gerandisdagur hjá alivinnuni. Og ein heldur dapur gerandisdagur hjá nógvum alibrúkum, verður sagt í frágreiðingini.
?Nú er vandi fyri, at so nógv verður etið burtur av eginpeninginum, at tað verður torført ella ógjørligt at halda fram við at ala somu nøgdir sum í dag, stendur at lesa í frágreiðingini.
Í frágreiðingini verður mælt til varsemið.
?Vit hava lyndi til skjótt at gloyma, kanska serliga tey døpru minnini. Orsøk er til at hava ein ávísan ampa av, at nýtslan og íløgurnar í samfelagnum tykjast byggja á, at stóri búskaparvøksturin fer at halda fram, stendur altso at lesa í frágreiðingini.
Líka fyri lógini
Føroya Banki hevur seinasta árið eisini ligið í sakarmáli við Fiskimálastýrið. Málið snýr seg um fiskiloyvi, ið Føroya Banki heldur vera flutt frá skipunum ólógliga eftir hesi hava verið í tvingsilssølu.
?Bankin heldur, at tað er sera óheppið, at bankin skal góðtaka, at ein reiðari, til skaða fyri sín lánveitara, frítt kann flyta fiskiloyvini, sum honum lystir. Og líka so óheppið má tað mestast at vera, at myndugleikarnir til skaða fyri reiðaran og hansara lánveitara, tilvildarliga kunnu taka aftur fiskiloyvini, sigur nevndin fyri Føroya Banka í frágreiðingini.
?Øll mugu vera líka fyri lógini. Tað kann ikki vera rætt, at ein lánveitari, sum hevur fingið fíggjað eitt skip við teimum rættindum, sum tað hevur, skal kunna koma í ta støðu, at myndugleikarnir bara kunnu taka aftur fiskiloyvið, tá skipið verður selt. Og tað kann heldur ikki gera nakran mun, um talan er um sjálvbodna sølu ella tvingsilssølu.