Tónleikatiltakið Gníst, sum fyrstu ferð varð hildið í Nólsoy í fjør, verður aftur í ár. Í ár verður tiltakið leygardagin hin 2. juli.
Ein av stigtakarunum, Brian Hansen, sigur, at konseptið í summar verður hitt sama sum í fjør, har ymiskir tónleikabólkar fara at spæla.
- Tiltakið verður ókeypis fyri børn upp til 14 ár, og annars kostar atgongumerkið 350 krónur, sigur hann.
Hann vísir á, at tiltakið í fjør eydnaðist serstakliga væl, og útlit eru til eitt enn betri tiltak í summar.
- Vit kundu hava 500 fólk í fjør sambært koronu-tilmælunum, og tiltakið varð útselt. Í ár hava vit sett 800 atgongumerki til sølu, harav 150 longu eru seld.
Brian Hansen sigur, at lokalu tónleikabólkarnir helst ikki verða eins nógvir í ár sum í fjør, men á Gníst fara nógvir forvitnisligir og spennandi bólkar og einstaklingar á pall.
Millum bólkarnar verður eitt nú country-kongurin, Hallur Joensen, Bjarki Hansen, Lena Andersen, Jens Marni Hansen, Terji Rasmussen og Tinganest.
- Bólkurin HEBBBH-A, sum eg sjálvur og Bjarni Hansen spæla við, verður eisini við, og vit vóru eisini við í fjør. Navnið á bólkinum er fyrsti bókstavur í nøvnunum hjá okkum, sum manna bólkin, sigur Bjarni Hansen brosandi.
Tá tiltakið verður í Nólsoy leygardagin hin 2. juli, fer eisini gyklarin, Ásbjørn, at undirhalda fyri børnum, og tað verður Sjúrður Skaale, sum fer at "prensentera" bólkarnar.
- Vit hava fingið nógvar og góðar afturmeldingar um Gníst-tiltakið í fjør. Tað, at tiltakið er um dagin og endar lutfalsliga tíðliga, ger Gníst til nakað serstakt, sigur Brian Hansen.
Hann leggur aftrat, at ætlanin hevur ongantíð verið, at tónleikatiltakið í Nólsoy skuldi gerast so ovurhonds stórt, tí fremsta mál hjá fyrireikarunum er, at øll skulu hava tað hugnaligt.
Brian Hansen sigur, at fyrireikararnir hava tryggjað sær, at SSL viðvirkar til tiltakið, soleiðis at øll sleppa til Nólsoyar og heim aftur, tá liðugt er.
- Sum nakad nýtt, verður eisini skipað fyri dansi í Royndarhúsinum um kvøldið, har tónleikabólkurin Galaski fer at spæla, og her kunnu umleið 100 atgongumerki seljast.
Eitt slíkt tiltak úti á bygd krevur nógv, og her standa nólsoyingar sera væl saman, og nógv sjálvboðið arbeiðið verður lagt í tiltakið, sum meira kann lesast um á www.maggies.fo