Aftur álop á Homs

Í Sýrialandi er herurin aftur farin undir at skjóta eftir málum í býnum Homs í morgun. Týska tíðindastovan DPA skrivar frá sínum keldum í býnum, at í minsta lagi trý fólk doyðu, og fimm vórðu særd, tá ein granat rakti eini íbúðarhús í býarpartinum Baba Amr.

Álopið byrjaði um somu tíð, sum Bashar al-Assad, forseti, skuldi á fund við kinesiska varauttanríkisráðharran, Zhai Jun, í Damaskus. Zhai kom til Sýrialands í gjár.

Eins og Russland hevur Kina nýtt sýtingarrættin ímóti einum ST-uppskoti, sum kravdi, at Assad skuldi leggja frá sær.

Fyri nøkrum døgum síðani var russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í Damaskus og tosaði við Assad.