Aftur mattrot í Norðurkorea

Suðurkoreanskir hjálparfelagsskapir ávara um, at maturin er farin at ganga undan í grannalandinum.

Teir suðurkoreonsku hjálparfelagsskapirnir siga, at støðan í Norðurkorea er ikki so ring sum í nítiárunum, tá nógvir norðurkoreanar doyðu í hungri. Men felagsskapirnir siga, at støðan er kortini álvarssom, og at nógv fólk í Norðurkorea hava ov lítið til matna, og uppaftur fleiri fáa ikki tann rætta matin.

-Vit vænta ikki beinleiðis hungursneyð enn, men tað støðuga matvørutrotið ger, at mong fáa ov lítið og uppaftur fleiri fáa skeivan mat, sigur Noh Ok-jae, sum er talsmaður hjá einum av teimum suðurkoreonsku hjálparfelagsskapunum.

Hann leggur afturat, at heystið sveik í Norðurkorea í fjør, so jørðin gav alt ov lítið av sær. Tað noyddi myndugleikarnar at skamta mat í býunum við tí úrsliti, at summi fáa ov lítið.

Sambært Noh Ok-jae vóna nógvir norðurkoreanar at fáa mat úr øðrum londum, so skjótt samráðingarnar um tey norðurkoreonsku kjarnorkuvápnini eru komnar á mál.
Men í løtuni røkist einki fyri, at tær enda, skrivar NTB.