Aftur stongt á Sandvíkarhjalla

Ruskmóttøkan á Sandvíkarhjalla er aftur stongd. Orsøkin hesaferð er, at tey hava »tøkniligar trupulleikar á brennistøðin«, sum tey siga á torshavn.fo – uttan at greiða nærri frá.

 

Men síðani at Brennistøðin fekk stóran skaða av eldi, hevur hon ikki klárað at brent alt ruskið, og hevur tí verið stongd í fleiri umførum.

 

Tað var tann 4. mars, at eldur kom í ruskmóttøkuna framman fyri brenniovnin á brennistøðin, og eldurin var so mikið stórur, at stórur skaði stóðst av honum. Eitt nú fekk hyralikkurin til stóra grabbanum stóran skaða. Kranin fekk so mikið stóran skaða, at støðin var stongd í tríggjar vikur.

 

Av býráðnum verður sagt, at kunnað verður aftur, tá ið latið verður uppaftur.