Aftur svar til tann sum kallar seg limur í Havnar Arbeiðsmannafelag í Oyggjatíðindum tann 27.08.2004

   

Sakaris Hansen, nevndarlimur i H.A.
?????????????????????????????
Fyrst vil eg siga, at tað er ógvuliga smáligt ikki at seta títt kristna navn undir.
Hví tú skrivar so niðurgerandi um skrivaran og nevndina i H.A. skilji eg ikki reiðiliga, sum øllum kunnugt, er Monrad skrivari, og ikki nevndarlimur, sostatt er tað ikki Monrad sum stýrir H.A. men nevndin og ongin annar, Monrad er umsitingar leiðari og hetta arbeiðið ger hann til lítar, og tað er gull vert. At Monrad fær hasa lønina, sum tú tosar um kenna vit onki til, tað hevði verið áhugavert at vitað hvør tín kelda er. Eini ráð til tín eru at seta teg inn í viðurskiftini áðrenn tú setur slíkar lygnir á prent.
Tú sigur at Monrad stýrdi Karl Johansen sála, hetta er so langt úti, at hetta er ikki vert at gera viðmerkingar til, eg haldi tað er ógvuliga smáligt av tær at briksla einum persóni, sum ikki er okkara millum meir, tá hann ikki kann forsvara seg her, hetta vísur hvat persónur tú ert. Um tú var á seinasta aðalfundi, so veitst tú at har fór onki óregluligt fram, sitandi nevnd er lógliga vald, at tveir fyrrverandi nevndarlimir ikki stillaðu uppaftur var teirra val. At Hans Joensen er ein skila maður, gevi eg tær rætt í, hann sigur tað sum skal sigast á rætta stað. Tað gav at bíta undir seinasta nevndarvali, tá rak hart á kíkin, tá bleiv nógv skrivað um tá verandi nevnd í H.A. í Oyggjatíðindum, sum onki hald var í. Tað bleiv ikki svarað aftur i bløðunum tí tað var hildið at vera á so lágum støði. Í staðin bleiv tað sagt á rætta stað nevniliga á ársaðalfundinum og er tað har tað skal sigast og ikki sum tú gert skrivar um ósannheitir um nevnd og Monrad i H.A. Nei, hetta er hvørki Hans ella Monrad og restin av nevndini tilhangari av. Tí vil eg heita á allar limir í H.A. um ikki at taka slíka skriving í álvara.
Tað verður eisini sagt at hendan nevndin onki hevur gjørt, tað er heldur ikki rætt, hon hevur hóast alt fingið ein sáttmála, sum nú gevur 8 kr meir um tíman, í 2 ár, og tað var eitt tógvið stríð, og eisini eru allir limirnir í H.A. tryggjaðir ímóti hættisligar sjúku, umframt 200.000 kr vera útgoldnar til tey avvarðandi, um tað ringasta skuldi hent tí einstaka limunum, felagshúsið er og verður endurnýggjað, og so framvegis, so eina ferð afturat: tú sum kallar teg limur í HA set teg inn í viðurskiftini, áðrenn tú setur nakað upp á prent.
Eg vil hervið heita á allar limir um, at geva hesi nevnd fullan stuðul, tá næsti aðalfundur verður.