Hondbóltur
Tað verður ofta sagt um tey góðu liðini, at av eyðkennum teirra er, at tey eisini megna at vinna sær stig á teimum »ringu« døgunum.
Nú skulu hesar reglur ikki fara t staðfesta Neistan sum ein upplagdan FM-vinnara, men er nakar sannleiki í reglunum omanfyri, so sær tað í øllum førum bjart út hjá elsta hondbóltsfelagnum í landinum.
Higar til hevur Neistin spælt tríggjar dystir, og í ongum av hesum hevur spælið borið á tann bógvin, at talan her er um ein FM-kandidat. Hinvegin hevur úrslitið av hesum dystum verið, at felagið hevur eina málúrtøku upp á pluss trý mál, og fyri hesi hevur liðið fingið seks stig.
Orkaðu ikki
Tað var annars ikki væntandi, at runavíkingar skuldu fara at geva Neistanum nakra serliga mótstøðu, tá teir mikukvøldið komu til Havnar.
Tjaldur hevur seinnu árini livað eina tilveru í botninum á stigatalvuni, og hóast liðið aftur í ár er styrkt við útlendskum leikarum, so bendi fyrsti dysturin ímóti Kyndli ikki á, at liðið fór at gera nakað við væntaðu oddaliðini.
Tað tóktist tó skjótt greitt, at Tjaldur ikki bert var komið til høvuðsstaðin fyri at fyri at fara norður aftur við einum sekki. Talan var kanska ikki um nakað flótandi hondbóltsspæl, men leikararnir stríddust sera væl, og tá so Sverri Justinussen av bakkinum og Mortan Hansen á strikuni ferð eftir ferð skoraðu, fór at síggja ikki sørt hugaligt út. Tað skal í hesum viðfangi nevnast, at fremsta orsøkin til málini hjá Mortani var leikandi venjarin, Zoran Sarcevic, sum ferð eftir ferð sendi hegnisligar sendingar inn á strikuna.
Hjá Neistanum gekk spælið á leið soleiðis, sum tað hevur gingið hetta kappingarárið. Uppspælið var aloftast trekt, og hóast tað hjálpti nakað, at Áki Mørk nú er farin undir hondbóltin aftur, so skerst ikki burtur, at tað fer at taka nakað av tíð, fyrr enn alt fólkið er veruliga samansjóvað.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki gjørdist tó greitt, at heimaliðið í øllum førum hevði ein stóran fyrimun fram um gestirnar. Orkuna. Runavíkingarnir hava als ikki vant nóg leingi undan kappingini, og tí er grundvenjing teirra ikki komin í rættlag.
Hetta var eisini sjónligt, tá Neistin fram ímóti hálvleikssteðginum skoraði fimm ferðir á rað, harav fleiri av málunum komu eftir skjótálop, sum runavíkingarnir als ikki orkaðu at fylgja.
Petur var munurin
Neistin hevði soleiðis eina leiðslu, tá teir komu út til seinna hálvleik, men tað var tó heilt skjótt, at teir høvdu tveitt hesa burtur.
Heldur enn at tátta skrúvuna og seta ferð á spælið, tóktist hugburðurin hjá leikarunum at vera »at tað gongur nokk«. Tjaldur vildi tað tó øðrvísi, og millum annað við góðum spæli frá málverjanum, megnaðu teir at broyta støðuna frá 15-13 til 17-19, og nú fór brádliga at sansa at hjá Neistanum.
Eina løtu var veruliga líkt til, at panikkur kom í spælið, og var tað ikki tí at innskifti Petur Magnusson sýndi satt stórspæl í málinum hesa løtuna, so kundi Tjaldur væl havt stongt dystin, tá teir einar tríggjar ferðir fingu bóltar forerandi, tá neistamenn gjørdu regulerar feilavleveringar í uppspælinum.
Petur megnaði tó í fleiri ferðir at verja fyri hesum, og spakuliga fóru tekinini um væntandi orkuna hjá mótstøðuni at vísa seg. Sjálvir royndu teir tó at mótvirka hesum, við at toga ferðina so langt niður, sum tað yvirhøvur var gjørligt, meðan Neistin hinvegin nú royndi at seta ferðina upp, og hetta eydnaðist sum so eisini. Trupulleikin var bara, at leikararnir einar tríggjar ferðir misnýttu úr purasta fríari støðu, og so gjørdist tað av álvara spennandi í seinasta minuttinum.
Við 40 sekundum eftir á klokkuni kom Neistin upp á 27-26. Tjaldur fór í álop, dríggjaði sær tíðina, og við sjey sekundum eftir smekkaði Sverri til. Neistin leyp avstað í álop, men tá dómararnir ikki høvdu floyta, máttu teir byrja umaftur. Teir fingu tó fýra sekund aftur frá dómarunum, og hetta var júst tað, sum teir høvdu tørv á. Eftir at hava givið bóltin upp, varð Ragnar Stakksund leiktur leysur, og alt endaði so við, at hann vann sær avgerandi brotskastið, sum Heini seti í netið.
Okkurt er at hóma
Hóast tapið, so vóru fleiri tekin í dystinum um, at Tjaldur í ár fer at flúgva heldur hægri, enn teir hava gjørt undanfarnu árini.
Við altíð vandamikla Sverra Justinussen og frálíka samspælinum millum Sarcevic og Mortan Hansen tykist í øllum førum vera garanti fyri, at álopsspælið er á eini leið. Roknast kann eisini við, at Stojinovic fer at gerast alt meira týdningarmikil, so hvørt sum hann verður innspældur á liðnum, so eru onkrir aðrir trumfir eisini at hóma.
Hartvig Joensen hevur verið burtur frá fyrstudeildarhondbólti í nøkur ár, og enn er venjingarstøðan ikki nær námind tí optimalu, men hann hevur spælskil sum fáur, og tí kann stór nytta helst fáast úr evnum hansara, og fáa teir so eisini lokka ein ávísan fótbóltsmálverja at spæla aftur, fer brádliga at síggja heilt ljóst út.
Verjuparturin hevur aloftast verið veikasti liðurin hjá liðnum, og aftur hesa ferð sást, at her kann nógv betrast, men við nýggja málverjanum hava teir í øllum førum ein góðan hornastein, og kemur venjingarstøðan so eisini longur upp, kann liðið lættliga gerast eitt órógvandi element í kappingini hjá oddaliðunum.
Minimalisma
Hjá Neistanum sær tað sum so eisini ljóst út. At fólkið er gott, er so einki at ivast í, og spurningurin tykist meira enn nakað annað at vera, nær liðið veruliga fer at swinga sum ein heild.
Higartil hevur talan meira enn nakað verið um minimalismu, men sum nevnt í byrjanini, so er hetta eisinni fyri eitt gott lið, og sum onkur klókur venjari eina ferð hevur sagt: »Skjýtur tú eitt mál meira enn hinir gjøgnum alt árið, so er einki at ivast í, at gullið er heima.«
Um hetta verður støðan hjá Neistanum, er so nakað heilt annað, men higartil hava tríggir dystir givið seks stig, og tað man nú ikki vera so galið kortini.
Dysturin í tølum:
Neistin-Tjaldur 28-27 (15-13)
Málskjúttar:
Neistin: Heini Joensen 9(3), Hans Áki Dal-Christiansen 8, Jacob Jónsson 5, Áki Mørk 3, Kári Mortensen 2, Ragnar Stakksund 1
Tjaldur: Sverri Justinussen 8, Mortan Hansen 8, Hartvig Joensen 4(2), Dragisa Stojinovic 3, Zoran Sarcevic 2, Svein í Heiðunum 1, Dejan Lachuk 1
Brotskøst: Neistin 5, Tjaldur 6
Útvísingar: Neistin 5, Tjaldur 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Hava longu dømt hópin av dystum í ár, og hava í hesum prógvað seg sjálvar sum eitt tiltrongt ískoyti til føroyska dómarahópin. Í so máta vikaði dysturin sunnudagin einki um støðu teirra.