Aftur til Afrika

Nú í heyst kom áheitan úr Botswana til Hildu Jóhannessen, um at koma aftur til Maun í Botswana.

Áheitanin kemur frá felagsskapinum, W.A.R., sum er felagsskapur ímóti kynsligum misbrúki. Felagsskapurin var stovnaður í 1992 og var Hilda við til at stovna henda felagsskap. W.A.R. (Women Against Rape) arbeiðir bæði við børnum og vaksnum, ið eru rakt av kynsligum misbrúki og neyðtøku.

Kynsligt misbrúk er sera vanligt í Maun og norður Botswana. Vit vóru nakrar kvinnur, sum tóku okkum saman og stovnaðu W.A.R. Í dag eru 3 fólk sett í starv. Tvær teirra ferðast íkring og vitja skúlar og fyritøkur at hjálpa teimum, ið eru misbrúkt og neyðtikin til løgreglu og til kanningar, til tess at fáa neyðug prógv til vega, um tey seinni ynskja at leggja sak.

Tá menniskju eru kynsliga misbrúkt, neyðtikin, ynskja tey sum skjótast at gloyma tað, ið er hent. Men sum frá líður og fylgjurnar koma til sjóndar, fara tey at hugsa um rættarsak. Men tá eru prógv og vitni mangan horvin.

W.A.R. er í dag kendur um alt Botswana, men trupult er at fáa fíggjarligan stuðul. Tí heldur hesin óndskapur fram.

Eg arbeiddi í fýra ár innan henda felagsskap. Og nú biðja tey meg koma út aftur í 3 mánaðir at hjálpa teimum, tí tey eru bangin fyri, at felagsskapurin ikki orkar at loysa tær uppgávur, ið liggja fyri durunum. Tvær skulu til víðari útbúgving, so arbeiði kann detta niður fyri. Tí er tað, at tey ynskja at fáa meg út aftur.

Tey ynskja, at eg skal undirvísa fýra lokalum, so tær kunnu taka við, tá hinar fara í víðari útbúgving sum ávikavist terapeutar og psykolog.

Tá yngri gentur eru neyðtiknar, leggja vit áherðslu á, at mamman og familjan stuðla dóttrini, so henni kann unnast at gjøgnumliva tað sváru pínu og eyðmýking, ein kynsligur ágangur ber í sær.

Síðan W.A.R. var stovnað, eru fleiri lógir broyttar og nýggjar eru komnar ístaðin. Vit eru mangan spurdar til ráðs tá lógarsmíð skal gerast.

Undan 1992 sluppu flest allir lógbrótarar undan sekt, men í dag er støðan ein heilt onnur. Nú er sektin 7 ára fongsul fyri kynsligt misbrot. Er prógv um AIDS, so er dómurin upp í 14 ára fongsul.

Fyri meg er hesin felagsskapur ein hjartasak. Tað er neyðugt at mótmæla hesum óndskapi so hann ikki ótarnaður fremur sítt oyðandi yrki.

Við Guds hjálp og stuðli frá góðum fólki er hetta møguligt.


Hilda Johannessen