Aftur verið eftir nummarplátum í nátt

Aftur í nátt hevur løgreglan verið út við saksinum

Í nátt hevur løgreglan tikið seks sett av nummarplátum av bilum í Havn. Tað eru bilar, sum annaðhvørt ikki hava rindað vegskatt ella trygging, ella sum ikki eru møttir til sýn.

Eitt sindur av vindi var í gjár, og ein fráboðan kom um leyst byggitilfar á Eiði.

– Nú nærkast so tann tíðin, at fólk mugu vera meira varin við leysum tilfari uttandura, sigur vakthavandi á politistøðini og minnir á trampolinir og annað, sum plagar at fara í vindinum, tá veturin nærkast.

Løgreglan var í annars í Suðuroy og gjørdi ferðkanningar á Tvøroyri í einum øki, har ferðslan er niðursett úr 50 km um tíman til 30 km um tíman.

– Men har var einki mál skrivað, sigur vakthavandi.

Hann vísir á, at tá løgreglan er sjónsk í økinum, so er tað sjálvandi eisini fyribyrgjandi. Hann minnir samstundis á, at tað er nógv skjótari at fáa klipp í koyrikortið, har ferðin er niðursett. Tí bara tú koyrir 15 km um tíman ov skjótt, altso meira enn 45 km um tíman í hesum føri, so fært tú klipp í koyrikortið.