Tað vóru 24.758 løntakarar í august. Tað eru 294 færri enn í august 2009. Minkingin er 1,2 prosent, og tað er minsta afturgongd í hesum árinum.
Tað upplýsir Hagstovan á sínari heimasíðu.
Í byggivinnuni og tilvirking er afturgongdin um seks prosent, privatar tænastuvinnur er minkaðar gott og væl trý prosent, og í almennari fyrisiting og øðrum tænastum er minkingin eitt prosent.
Sambært Hagstovuni, er orsøkin til, at afturgongdin er tann minsta í ár, at í fiskivinnuni og aðrari ráevnisvinnu eru 270 fólk fleiri til arbeiðis í mun til august í fjør.
Í 2004 vóru um 8.150 løntakarar í almennu fyrisiting og aðrar tænastur. Trý ár seinni, í 2007, var tað vaksið við 8.500 fólkum, og árini 2008 og 2009 vóru aftur 500 fleiri løntakarar. Tilsamans var vøksturin um 10 prosent hesi fimm árini.
Í 2010 er ein minking, og tað eru um 100 færri løntakarar nú, samanborið við august í 2009.