Bilurin er ein Ford Taunus 15 M hjá Martini Joensen, vanliga nevndur Martin á Borg, í Havn. Martin koyrdi sum hýruvognsførari á bilstøðini Auto og var eisini koyrilærari. Martin doyði í 1972.
Myndin er tikin við Huldusteinin við Oyggjarvegin ein vetrardag umleið 1970. Martin er í bilinum, og dreingirnir eru Torben Borre Larsen og Heini á Borg.
Bilurin hevur nummar Fø 7.151. Martin hevði fleiri bilar við hesi nummarplátuni. Áðrenn tað hevði hann onkran bil við Fø 151.
Hesir Ford Taunus 15 M vórðu framleiddir av Ford Motor Company í Týsklandi frá 1966 til 1970.
Myndaeigari: Anna Joensen