Afturstig hjá skúlabørnunum

Tað kann fara at skaða kunnleikan, føroysk skúlabørn hava um egið land, um ferðastuðulin verður tikin burtur, sigur Katrin Dahl Jacobsen í viðmerkingum til fyrispurning á Løgtingi


 

Fyrispurningur


Katrin Dahl Jacobsen, løgtingsmaður, vil hava Óla Holm, landsstýrismann við undirvísingar- og mentamálum, at siga sær, um tað er rætt, at ferðastuðulin til skúlabørn, sum ferðast við Standferðsluni og Bygdaleiðum, verður tikin burtur. Og um so er, vil Katrin Dahl Jacobsen eisini hava grundina at vita.

Hesum hevur hon boðað frá í einum fyrispurningi, hon hevur Óla Holm, landsstýrismanni, í tinginum.

Katrin Dahl Jacobsen spyr, hvussu leingi skipanin við ferðastuðuli til fólkaskúlaflokkar hevur virkað. Eisini vil hon vita, um tað er rætt, at stuðulsskipanin er skorin burtur, og hvør grundgevingin fyri tí er.

Í viðmerkingunum vísir Katrin Dahl Jacobsen á tann týdning, hesin ferðastuðulin hevur havt fyri skúlaflokkar, sum hava ferðast í Føroyum. Tað hevur alstóran týdning, sigur hon, at børnini læra sítt egna land at kenna, og tað kunnu tey lættliga við slíkum møguleikum at ferðast í landinum.

Tað er kortini ikki so, at tey hava ferðast frítt, men hava goldið annan vegin, vísir Katrin Dahl Jacobsen á. Verður hesin stuðulin nú tikin burtur, fer tað hels at merkja, at ferðingin innanlands fer at steðga, tí pengar fara at mangla í. Lærararnir hava tá bara tveir møguleikar at fáa pengar til ferðingina, um teir ikki skulu setast aftur. Annaðhvørt at krevja teir frá skúlunum ella frá foreldrunum. Og tað kann væl henda seg, vísir Katrin Dahl Jacobsen á, at tað manglar í hjá báðum pørtum frammanundan.

Tað verður avgjørt afturtig, um hesar ferðirnar halda uppat, vísir Katrin Dahl Jacobsen á. Hon vísir á setursskúlarnar, sum vanliga plaga at vera aðrastaðni enn í heimbygdini. Umframt at víðka sjónaringin hjá børnunm, er tað eisini sosialt mennandi fyri tey at sleppa at ferðast og búgva saman á slíkum ferðum, sigur Katrin Dahl Jacobsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í viðmerkingunum til fyrispurningin til Óla Holm, landsstýrismann við undirvísingar- og mentamálum.