Afturstig og framstig

Liðini áttu meira ella minni hvør sín hálvleik í dystinum í Sørvági í gjárkvøldið, men eina stigið í part var eitt afturstig fyri 07 Vestur og eitt lítið framstig fyri ÍF

FÓTBÓLTUR

 

Tá Jens Erik Rasmussen stutt fyri hálvleik legði 07 Vestur á odda 2-0 eftir góða fríspæling frá Ricardo da Silva Braga, kundi tað sæð út til, at elsti maður á vøllinum mestsum avgjørdi. Hóast meiri enn 45 minuttir vóru eftir, høvdu vágamenn vunnið seg avgerandi fram um fuglfirðingar, men – sum so ofta – skuldi tað vísa seg, at ein 2-0 leiðsla kann vera sera vandamikil og torfør at halda.

Eisini skuldi tað vísa seg, at tað ikki gjørdist elsti spælarin, sum myndaði dystin so nógv, sum yngsti spælarin gjørdi tað. Í øllum førum fekk tað avgerandi týdning fyri úrslitið, at 18 ára gamli Dánjal á Lakjuni kom á vøllin eitt lítið korter inn í seinna hálvleik, tí hann vísti seg at vera stóri undangongumaðurin á ÍF-liðnum, ið væl og virðiliga bardi seg innaftur í dystin.

Avrikið krýndi hann so við útjavnandi málinum til 2-2, ið var eitt av teimum avgjørt frægaru. ÍF fekk fríspark afturi á egnari hálvum og Pól Ennigarð sendi bóltin út í høgru síðu til Dánjal, ið tamdi bóltin soleiðis, at mótspælarin varð snýttur og fór á glið. Síðani setti unglingin ferð á inn í vøllin og smekkaði til við vinstra beini, so bólturin sang í netmeskinum, heilt uppi í handara málkróki.

 

Burtur úr ongum

Hetta útjavnandi málið hevði ÍF sanniliga eisini uppiborið, soleiðis sum dysturin háttaði seg. Fyrst gekk ímóti tíðliga í dystinum, tá fuglfirðingar høvdu fleiri góðar møguleikar, men bara ikki fingu bóltin inn. Størsti syndarin var Nenad Saric, ið stórliga misbrúkti eina annars góða fríspæling frá Andy Olsen.

Fyrstu 20 minuttirnar sá út til, at ÍF nærkaðist fyrsta málinum í dystinum, men í staðin gjørdist tað 07 Vestur, sum beint ímóti dystargongdini fekk hol á. Í einari luftduell fór Tamba Yarjah um koll beint uttan fyri ÍF-brotsteigin, og eftirfylgjandi smekkaði Milan Pejcic frísparkið í málið til 1-0 við einum skoti í besta Súna Olsen-stíli.

Ein góðan minutt eftir málið fekk eisini ÍF eitt fríspark burtur úr ongum, men hóast Høgni Zachariassen kom hægstur, fekk hann ikki lumpað 07 Vestur-málverjan, Trygva Askham, sum í fullari longd fekk toygt seg og jústað bóltin uppum.

Eftir leiðslumálið setti 07 Vestur seg á spælið og gjørdi tað enntá við manér í løtum. Og stutt fyri stegðin var tað, at Jens Erik vísti teimum yngru, hvussu tú skalt gera, tá tú kemur leysur ímóti málmanninum. Men hann fekk tó ikki síðsta orðið í dystinum, sum framvegis var meira opin, enn 2-0 kundi bent á.

 

Vent í holuni

Fuglfirðingar vóru ikki til at kenna aftur, tá teir komu á vøllin eftir steðgin, og serliga vóru teir drúgvari í nærdystunum. Í fyrra hálvleiki høvdu teir á heimaliðnum verið fyrstir á flestu bóltum, men nú var vent í holuni, og serliga á miðvøllinum vann ÍF sær greiða yvirvág.

At hetta loysti seg, gekk sjón fyri søgn fáar minuttir inn í seinna hálvleik, tá Øssur Dalbúð, sum sá merkiliga leysur út, slepp at kasta seg fram eftir einum frísparksbólti og smekka hann í málið, so nú var bara eitt mál á muni. Og sum nevnt, so var trumfurin settur á, tá Dánjal á Lakjuni kom inn, tí honum fingu teir í 07 Vestur ongantíð ordiliga fatur í.

Somuleiðis hevði ÍF eitt hav av deyðbóltsstøðum, men hóast gestirnir sótu á tí mesta í næstan allar 45 minuttirnar, so gjørdi 07 Vestur ein vørr ímóti endanum, ið kundi havt við sær, at øll trý stigini blivu eftir í Sørvági.

Fyrst slapp Tamba Yarjah einsamallur ímóti Andras Gango, ið tó fekk lúrt hann av og tikið bóltin, tá Yarjah royndi at lobba. Og eisini slapp Ricardo í góða støðu, ið tó einki gav, tí Pól Ennigarð onkursvegna fekk taklað skotið í evstu løtu, heilt inni á fimmmetrinum.

Fyri 07 Vestur var 2-2 javnleikurin eitt afturstig, eftirsum KÍ vann óvæntaðan sigur á Toftum, meðan ÍF hinvegin mundi síggja úrslitið sum eitt framstig, so fuglfirðingar nú munnu kenna seg rímiliga tryggar í, at tað verður Vodafonedeildarfótbóltur aftur næsta ár.