Allir maskinmeistarar, sum mynstra við føroyskum skipum, eru mynstraðir eftir sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag.
Í verandi sáttmála stendur, at tá ið veitt verður við nót, skal manningin hava 26% av bruttovirðinum til javnbýtis.
Tá ið veitt verður við troli eftir svartkjafti go øðrum fiskasløgum, fær manningin 20% av søluvirðinum til javnbýtis.
Hesi 26 og 20% lækkaðu í 1993 samlað niður í 16%, tí eitt fiskiskip omanfyri 1500 brt. kom í fíggjarliga neyð, tí fiskiskapur og prísir ikki vóru nøktandi.
At siga, at manningarfeløgini ikki vístu ábyrgd og vælvild, er heilt burturvið.
Manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag komu ásamt um, at 1. januar 1998 skuldu hesi 16% hækka til 17,5% fyri skip omanfyri 1500 brt.
Tað hevur sostatt tikið 5 ár at fingið 1,5% aftur til manningarnar.
Ein reiðari við ábyrgd, sum keypir skip fyri 100 mill. krónur, hevur sjálvandi hugt eftir sáttmálanum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag og kalkulerað við, at manningin skal hava 17,5% frá 1. januar 1998. - Alt annað er uttanumtos.
Føroya Reiðarafelag sigur óbeinleiðis, at 1,5%, sum svarar til kr. 500.000 um árið til alla manningina, kollsiglir eitt projekt uppá 100 mill. kr., og at skipið møguliga má leggjast, tá ið tað kemur í havn aftur. Tá má sigast, at projektið er illa viðgjørt og umhugsað.
Maskinmeistarafelagið hevði ein sáttmála við Føroya Reiðarafelag, sum báðir partar skulu halda. At fara í fjølmiðlarnar fyri at kroysta manningarfeløgini, og hótta manningina, er á einum ógvuliga lágum støði.
Maskinmeistarafelagið
Jógvan Nybo, formaður