Tá ið Tórshavnar kommuna og Kollafjarðar kommuna løgdu saman, var bert okkurt hendinga óbygt sethúsagrundstykki í Kollafirði tøkt, og eingin útstykkingarætlan var gjørd. Eisini skal sigast, at kommunan ikki átti nakað byggilendi.
Síðani samanleggingina, hevur kommunan gjørt eina nágreiniliga heildarætlan fyri allan Kollafjørð, sum ætlandi verður lýst sum byggisamtykt fyri bygdina. Heildarætlanin, sum í løtuni er til polittiska viðgerð, verður væntandi løgd alment fram í ár, soleiðis at øll kunnu koma við viðmerkingum til ætlanina. Tá støða so verður tikin til nýggja byggisamtykt fyri Kollafjørð, eru allar viðmerkingarnar viðgjørdar.
Heildarætlanin fyri Kollafjørð gevur stórar møguleikar fyri sethúsabygging í framtíðini, fleiri øki eru løgd út til byggilendi, sum kunnu útvega fleiri hundrað bústaðir. Havast má kortini í huga, at kommunan ikki eigur stórvegis lendi í bygdini, so at komandi sethúsaútstykkingar mugu gerast á privatari- ella á landsjørð.
Í hesum valskeiðinum eru fleiri útstykkingar í Tórshavnar Kommunu settar í verk. Tær størstu eru:
?Útstykking í Hoyvíkshaganum
?Íbúðabygging á Berjabrekku
?Íbúðabygging við Løgmannabreyt
?Samanbygd hús við Løgmannabreyt
Hesar útstykkingar geva 130 grundstykkir, 100 íbúðir og 145 samanbygd hús. Tað gevur tilsamans 375 bústaðir.
Afturat hesum 375 bústaðumum, eru fleiri privatar útstykkingar gjørdar, soleiðis at íalt eru útstykkingar gjørdar ella settar í verk, sum útvega uml. 500 bústaðir.
Jákup Suni spyr:
1. Er tað meiningin, at ein skal leita sær útum kommununa fyri at fáa eitt grundstykki?
Svar:
Kommunan roynir at nøkta eftirspurningin av grundstykkjum, men tá bíðilistin til grundstykkir er uppá uml. 1000 fólk, kann roknast við bíðitíð.
2. Hvat fyri ætlanir hevur Tórshavnar kommuna í Kollafirði, viðvíkjandi útstykking til sethúsabygging?
Svar:
Kommunan fer at gera útstykkingar í Kollafirði, soleiðis at tey, sum ynskja at búseta seg í Kollafirði, hava møguleika fyri hesum.
3. Um ein ætlan er, hvar í bygdini er so ætlan at stykkja út?
Svar:
Tá byggisamtyktin fyri Kollafjørð er broytt, verða fleiri møguleikar, at stykkja út. Kommunan hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvar fyrsta útstykkingin verður
4. Hvussu langa tíð heldur borgarstjórin, tað fer at ganga frá nú av, til kommunan hevur nøkur grundstykkir til sølu?.
Svar:
Um alt gongur eftir ætlan, so kann farast undir eina nýggja útstykking í komandi ári, soleiðis at grundstykkini standa byggiklár í 2005.
5. Nær væntar borgarstjórin at grundstykkjatørvurin í Kollafirði er nøktaður?
Svar:
Nær grundstykkjatørvurin í kollafirði er nøktaður, er ógvuliga torført at svara . 75 av teimum uml. 1.000, sum standa á bíðilista til grundstykki í kommununi, ynskja grundstykki í Kollafirði (fleiri av hesum 75 taka eisini til takka við eitt grundstykki í Havn).
6. Hvat við teimum fáa grundstykkjunum, sum vóru klár, áðrenn kommunurnar vóru lagdar saman. Hví verður ikki bygt á teimum ?
Svar:
Øll kommunal sethúsagrundstykkir eru seld. Ein útstykking var gjørd, sum kom so tætt at landsvegnum, at tað ikki kundi byggjast á stykkini, hendan útstykking er rættað, soleiðis at byggjast kann.
At enda kann leggjast afturat, at arbeitt verður eisini við útstykkingarætlanum í Kaldbak og úti á Argjum, so at ungdómur, ið er knýttur at hesum bygdum, ikki verður noyddur at flyta úr heimbygdini.