Mær vitandi, hevur skrivarin ikki verið í Norra á hesum møti, so helst hevur hann funnið hesa talu á alnótini. Eg síggi ikki tað vera neyðugt at fara at verja Torkild her, men haldi at øll tit, sum hava áhuga í hesum brævi, sjálvi skulu hava møguleika til at hoyra taluna.
Til tykkum, sum ivast í, hvat Nardus og Torkild Terkelsen stendur fyri, kann eg við stórum frímóði vísa til og siga eins og Filip ”kom og síggj!” HYPERLINK "http://nardus-menighetene.no/"http://www.nardus-menighetene.no
Talan er at finna sum videoupptøka á:
HYPERLINK "http://forkynnelsen.no/taler/Video.php?tale=../Nardus/2010/Sommer/20100709_kv_TT.mp4"http://www.forkynnelsen.no/taler/Video.php?tale=../Nardus/2010/Sommer/20100709_kv_TT.mp4
Síðani skal eg venda mær til tín Hardi! Eg kundi hugsað mær fyrst at spurt teg: hvat vilt tú við hesum brævi?
Tú byrjar brævið við at kritisera, at talan var intens og full av skriftstøðum. Hvat annað hevði tú væntað, har Guds orð verður talað av einum manni, hvørs hjarta brennir fyri evangeliinum! At tú ikki tolir og er vanur við møtir, ið eru uppbygd av sitatum frá Guds orði, má standa fyri tína egnu rokning! Síðani nevnir tú eisini, at har vóru støðugar mótsøgnir í taluni. Eg má siga, eftir at hava lurtað væl eftir taluni, so finni eg ikki eina mótsøgn. Um tú ert djarvur nokk, so ert tú vælkomin at vísa mær, hvar tú hoyrir hesar støðugu mótsøgnir.
Síðani ert tú passaliga nasadjarvur, óbeinleiðis at døma mannin at vera Calvinist. Fyrst tókst tú til, at Torkild siteraði orð Guds ov nógv, síðani sigur tú, at tað er Calvinisman, sum verður sett í hásæti. Er tað ikki mótsøgn í sær sjálvum? Tað er jú Guds orð, sum verður sett í hásæti. Um tú næstu ferð hoyrir hann tala um frelsu av trúgv, skal Torkild so stemplast Lutheranari. Ella um hann talaði um tey 144.000, hevði tú so stemplað hann at verið Jehova vitni? Hetta vísir bert, at hann kann tala frítt og við dirvi um alt Guds orð og ikki nýtist, sum flest allir prædikumenn í dag, at solda tað frá, sum ikki líkar fólkinum.
Eisini nevnir tú, at stórir partar av skriftuni tala ikki fyri predestinatiónslæruni. Vil tað so siga, at ein lítil partur av skriftini talar fyri tí? Bíblian lærir klárt og týðuliga, um ikki at vera tvítungut. Skuldi Bíblian so verði tað sjálv? At koma við slíkum útsøgnum, er heilt burturvið. Antin tosar Bíblian fyri eini søk ella ímóti – ongantíð partvíst fyri og ímóti.
Jóh.1.11-12 skal uttan iva skiljast so, at síðani trúgvin er ein gáva frá Gudi – skriftin lærir, at eingin kann av egnum vilja og egnari kraft koma til Gud. So tá Gud gav teimum kraft til at blíva børn Guds, má hendan kraftin verða givin teimum til at trúgva á navn Hansara og at taka ímóti Honum. Hon kann væl ikki vera komin eftir, at tey í egnari kraft tóku ímóti Honum!
At fara og forklára eitt so stórt evni sum útveljing í einum lesarabrævi, er púra ógjørligt, men lat tað standa óvikiliga fast, at hon gongur sum ein reyður tráður frá 1.Mós til Opinb. Lambið varð dripið, áðrenn heimurin varð grundaður og nøvn Guds barna standa í lívsbók lambsins. Frelsuverkið er Harrans aleina, og hvørki tú ella eg eiga minsta leiklut í tí!
Tú leggur Torkild tey orð í munnin, at Natanael var útvaldur fram um aðrar ísraelittar. Ongastaðnis í taluni hoyrdi eg slíkt. Sum ísraelittur, var Natanael ikki útvaldur fram um aðrar genetiskt. Øll, sum kundu vísa til, at mamman var av jødiskari ætt vóru ísraelittar. Men Natanael var millum teir 12, sum Jesus sjálvur sigur: ”havi Eg ikki útvalt tykkum tólv”. Sum ápostul varð hann útvaldur fram um aðrar ísraelittar. Gloym ikki, at táið Jóhannes á oynni Patmos, sá hin heilaga stað við teimum tólv grundarsteinunum, stóðu nøvn hinna tólv ápostla lambsins á teimum. Natanael, lambsins ápostul, fekk heiðurspláss á múrum staðarins.