Rolf Guttesen
Tó, í einum, hann skrivar í Sosialinum 18.08.06, hevur hann púra rætt, og eg citeri:
Og hvat hevur Jóannes Patursson, sum ongantíð á ævi síni var sambandsmaður, við søgu Sambandsfloksins at gera?
Tað var tað sama, sum fekk meg at stúrsa við, tá Sosialurin brúkti nakað um saft og kraft í Jóannes Patursson sum yvirskrift til eina samrøðu við Anju Andreassen um nýggju bókina um Sambandsflokkin. Nettup hatta helt eg hanga illa saman, og tað heldur Jógvan Jacobsen eisini, skilji eg.
Yvirskriftin vísti til sakina
Men Jógvan Jacobsen sigur seg ikki fotrstanda mína yvirskrift: Meira saft og kraft. Ella: Hvat bagir Sosialinum. Hann sigur at einki samband er millum yvirskrift og innihald. Tað burdi tó ikki verið so torført.
Fyrri partur sipar beinleiðis til sjálva yvirskriftina, sum stóð í Sosialinum. Og annar partur er jú bara ein mild undran yvir, at blaðið er so óskettið, frekt ella illa óupplýst, at at draga JP inn sum eygnariv fyri at lesa um nýggja bók um sambandsflokkin. Orsøkin til at eg yvirhøvur skrivaði nøkur orð um JP var tann, at hann var politikkari, ikki bara ein privatur persónur. Hann er hjá nokkso nógvum bara blivin ein hálvgudur ella guru, sum verður tilbiðin. Sum JJ sjálvur nevnir handan bóndan: tjóðskaparhetja. Tey sum ikki fylgja rákinum, fáa av at vita sum trúðarvillingar.
Realitetur ella myta
So leingi sum nøkur trúgva uppá tjóðskaparhetjur, núlivandi ella ikki, so mugu hesir hetjudyrkarar finna seg í, at ikki øll taka undir við hetjudyrkanini. Hatta er ein spurningur um politikk og áhugamál, ikki persónar. Eg havi ikki ætlað at siga nakað um persónin, men nettup um hansara politikk og áhugamál, sum hann legði framm í skrift og talu. Júst í politikki var JP stokk-konservativur, og sum eg havi dokumenterað, eisini fascistavinarligur, sum so nógv onnur í Europa tá.
Forboðið at skifta orð og nývurdera?
Um tað verður forboðið at umtala søguligar persónar, sum nú ikki eru á lívi, soleiðis sum Jógvan leggur upp til, so verður ógjørligt at fáa meira at vita um Føroya søgu.
So verður søgan gjørd til mytologi og gudalæru.
So verður slætt gólv fyri nútíðar herðaklapparum og hetjudyrkarum, sum mála glitrandi glansbíløt og halda tárapersandi talur.
Tú gerst blindur, um politikkarar og persónar í søguni verða mytur og hálvgudar.