Leikbannið sum KÍ-spælarin Deni Pavlovic fekk í samband við ein tilburð í dystinum hjá KÍ móti TB á jóansøku verður ikki broytt. Tað hevur Aganevndin hjá FSF staðfest. Tað er fótbóltssambandið, ið hevur kunngjørt avgerðina á heimasíðuni.
Tað var í 86. minutti í dystinum móti TB, at Deni Pavlovic fekk reyða kort, tí dómarin metti, at hann hevði tilætlað stútað ein TB-spælara í høvdið, uttan at bólturin var í spæl teirra millum.
- Kappingarnevndin hjá FSF gav síðani Deni Pavlovic seks dystir leikbann. Men KÍ kærdi longdina av leikbanninum til Aganevndina, sum nú hevur viðgjørt málið. Og Aganevndin staðfestir avgerðina hjá Kappingarnevndini, um at Deni Pavlovic skal hava seks dystir leikbann, skrivar FSF.
Upplýst verður, at KÍ hevur heimild at kæra avgerðina hjá Aganevndini til Yvirkærunevndina. Hetta skal gerast innan fimm dagar, eftir at felagið er blivið kunnað um avgerðina hjá Aganevndini.
Allur úrskurðurin hjá Aganevndini kann lesast her.

Aganevndin víst kæruni aftur

