Tíðindaskriv:
Hósdagin 12. september kl. 20.00 á "Brúnni" í Skálavík. Evni er: Børn, tørvur og avmarkingar
Fríggjadagin kl. 20.00 í "Kelduni" í Skálafirði. Evni er: Kærleiki til seinasta eygnabrá
Leygarmorgunin kl. 10.00 í Missiónshúsinum í Leirvík. Evni er: Tá kreppan rakar
Leygardagin kl. 16.00 í Meinigheitshúsinum í Havn. Evni er: Viðurkennandi relatiónir
Fyrilestrarnir eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til rindan av útreiðslum.
Høvi verður eisini at tosa saman og fáa sær ein drekkamunn. Leygarmorgunin verður byrja við morgunmati í Leirvík.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Agape Føroyar var stovnað í 1998 og arbeiðir í tøttum samstarvið við Agape Danmark.
Endamálið hjá Agape er at veita hjálp og íblástur til lívið, við at gera kirkjuligt sosialt arbeiði – diakoni.
Virðisgrundarlagið hjá Agape er tann kristna lívs- og menniskjaáskoðanin.Hettar merkir, at vit síggja tað einstaka menniskja sum virðismikið, unikt og við rætti og frælsi til at ráða yvir sínum egna lívið. Vit ynskja at møta øllum menniskjum við okkara virðum sum eru: Nærvera, ærligheit og virðing.
Agape er tað grikska orðið fyri kærleika.
www.agape.fo