Sjálvt um VÍF tapti greitt 27-36 ímóti KÍF á heimavølli í Vestmanna í dag, so trýr Agnar Joensen enn uppá, at VÍF kann taka annað finaluplássið, sjálvt um VÌF bert hevur fingið eitt av teimum seinastu átta stigunum vestmenningar hava spælt um. - Vit verða í finaluni, um tað ikki verður tað fyrra finaluplássið, so verður talan um tað seinna finaluplássið. Tað gongur tann rætta vegin, og í dag spældu vit betur, enn vit gjørdu ímóti H71 og Kyndli fyri stuttum, staðfestir Agnar Joensen.
Ási Dam hjá KÍF, sum var ógvuliga eyðsýndur í fyrra hálvleiki viðgekk, at hann bað hálvgum um at sleppa út á beinkin í seinna hálvleiki: - eg bleiv mansvardur, og tá tími eg so illa at spæla, og tá er líka frægt at lata onkran annan sleppa at spæla eina løtu.
Sjálvt um KÍF liggur trygt á odda í Atlantic Airways kappingini, so tekur Ási Dam einki fyri givið: Vit eru langt frá enn komnir í finaluna, slær Ási Dam fast við sjeytumma seymi.
Tað ber til at hoyra prátini við Ása Dam og Agnar Joensen undir greinini.