##med2##
Ítróttarskrivarin hjá Portalinum, Agnar Prestá var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin.
Í sendingini vóru eisini samrøður við landsliðsspælararnar, Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson. Viljormur hevði 79 telefonssamrøður beint undan, at flytingarvindeygað lat aftur, men hann endaði ikki í øðrum felagi, og fer at stríðast víðari í Vejle fyri at vinna plássið aftur í byrjanaruppstillingini.
Jóan Símun hevur havt spennandi dagar í bundesliguni, og tað var eisini komið inn á í samrøðuni.
Høvuðsgesturin, Agnar Prestá og Tróndur Arge umráddu landsliðið og U21-landsliðið. Fyrst var tikið samanum avrikini móti Danmark og Spania hjá landsliðunum, og so bað Tróndur Agnar Prestá seta liðið sum skal byrja móti Lettlandi í Nations League dystinum á Tórsvølli í morgin klokkan 17. Ein dystur sum FM1 sigur frá.
Agnar var eisini biðin at tippa, og vit kunnu bara vóna, at hann fær rætt, tí Agnar tippaði 2-1 til Føroyar.