Ágóðin eigur at falla til okkara

Tað er púra í ordan, at útgerð til komandi oljuvinnu skal um føroyskan bryggjukant, heldur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vilhelm M. Johannesen

Í samband við oljulóggávuna er komið fram, at føroyskir politikkarar vilja hava útgerð til eina komandi oljuvinnu umskipaða um føroyskar havnir, áðrenn hon verður latin út á feltið.

Hetta heldur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag vera í lagi.

Hann ivast ikki í, at vit klára saktans tað allarmesta, sum hongur við eini oljuvinnu. Hann hevur sjálvur fyri stuttum verið og vitjað norsku vinnuna, og tað einasta, hann var eitt sindur ivasamur um, var tað, sum hendi á sjálvum boripallinum. Alt annað klára vit sjálvir, heldur hann.

Vilhelm M. Johannesen heldur tað vera rætt, at vit seta treytir við.

»Um eg fekk ein gest, sum vildi halda gildi inni hjá mær, hevði tað eisini verið eftir teimum húsreglum, sum eru galdandi inni hjá okkum,« sigur hann.