Áhugabólkar hava makt ? Útgjarðing og ábyrgdarloysi

VIT kunnu ikki siga annað, enn at áhugabólkar ? pressiónsbólkar ? kunnu ávirka politikarar. Tað kann vera gagnligt, tí politiski myndugleikin kann vera á skeivari kós. Tað kemur fyri at mál ? og serliga avleiðingarnar ? verða ikki viðgjørd nóg væl. Og tá er hent, at eitt mál kemur upp aftur at venda

MEN so hendir eisini tað, sum hendir viðhvørt, at politikarar hava ikki rygg at standa ímóti. Og tað tykist henda í hesum døgum, nú seinasta hond skal leggjast á fíggjarlógina fyri 1998.


HERFYRI hevði leiðslan í sjúkrahúsverkinum avgjørt at lata eina deild aftur fyri at tálma nýtsluna og brúka arbeiðsmegina aðrastaðni. Fleiri áhugafeløg gera vart við ónøgd sína, og í SvF síggja vit syrgiligar myndir, tá fólk flyta út. Úrslitið er, at Løgtingið játtar 300.000 krónur, so fólkini kunnu flyta innaftur.


Í SÍÐSTU viku boðar leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá, at neyðugt er at at skerja ávísar tænastur, um játtanin á fíggjarlógini ikki verður hækkað. Og tað sama hendir: politisk feløg, álitisfólk o.o. leggja trýst á politikararnar. Úrslitið er, at játtanin til alt sjúkrahúsverkið verður hækkað fleiri milliónir krónur ? uttan at treytir fylgja við.


TAÐ kann ikki vera stuttligt hjá Kristian Magnussen, landsstýrismanni í heilsumálum, sum fekk harraboð um, at øll játtanin skuldi vera innan fyri ein ávísan karm, nú at síggja, at alt arbeiðið at fáa kabalina at ganga upp, verður gjørt til skammar. Og hvat sigur Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú karmurin er sprongdur væl og virðiliga?


HANN skuldi sjálvandi sligið nevan í borðið: »Nú er well, annaðhvørt halda tit tykkum innan fyri karmin, eg havi sett, ella mugu tit sjálv taka ábyrgdina«. Men tað ger hann ikki, tí hann er sjálvur í jólahýri ? lækkar skatt, tekur av mvg, setir pening av til undirsjóvartunnil o.s.fr. ? ímóti ráðunum frá t.d. landsbankastjóranum.


HETTA er ábyrgdarleyst, tí tað er ymiskt sum bendir á, at búskaparligi byrðurin verður ikki so góður komandi ár ? útlit eru fyri minni toskafiskiskapi, skrædli hjá flotanum, tá íløgustuðulin verður tikin av, og tað kann henda, at rentan hækkar aftur. Harafturat er heldur ikki lagt upp fyri, at vit skulu fara at gjalda uttanlandsskuld aftur næsta ár. V.ø.o. sýnir borgarliga landsstýrissamgongan einki annað enn ábyrgdarloysi í hesum døgum.