Í dag letur upp forvitnislig framsýning í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Talan er um myndir, sum er tiknar á sjúkrahúsinum í 1957 og 1958. Tað er Jesar Hansen úr Sandavági, sum hevur tikið myndirnar, tá hann var innlagdur á sjúkrahúsinum veturin 1957/58.
Framsýningin letur upp í dag og er opin til 6. August.
Tað verður Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum setur framsýningin klokkan 15 í dag.
– Tað eru í ár 30 ár síðan at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfelag var stovnað, tí hava vit valt at ogna teimum myndirnar, siga Hanna Hansen og Anna Hansen sum hava lagt framsýningina til rættis.
Jesar var føddur í Sandavági 22. august í 1912 og doyði 08. juni í 1977.
Altíð hevði hann myndatólið við sær. Eisini tá hann í 1957/58 var innlagdur á TB, var tað við.
Tað finnast umleið 3.000 myndir eftir hann, líka frá 1933 og upp til 1960ini.
Sigast kann, at hann hevur skarað framúr, men man hevur ikki dugað at mett um virðið av arbeiðinum hann gjørdi.
Sum ungur var hann til skips og í 1933-34-35 var hann við ”SÓLARIS”. Tað finnast eisini myndir frá hesi tíðini.
Undir seinna heimsbardaga var hann í Danmark, har hann búði suður móti týska markinum, og dugdi hann væl týskt, tá hann kom heim aftur. Aftur komin til Sandavágs fór hann at arbeiða sum bókhaldari hjá Hjalmari og stundum var hann eisini í handlinum.
Tá fyritøkan fór á húsagang, flutti Jesar til Noregs og búsettist í Hammerfest, har hann fekk arbeiði hjá ”FINDUS”. Hann giftist norskari konu. Tey vóru barnleys.
Vit hava ongar myndir frá honum eftir at hann flutti av landinum.
Stuðlað framsýningina hava:
Mentamálaráðið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Vága kommuna