Aimée vann DM-gull

Føroyska Aimée Hansen er í dag blivin danmarksmeistari í bodyfitness.

Føroyska Aimée Hansen er í dag blivin danmarsmeistari í bodyfitness. Hon luttók í seniorklassanum fyri kvinnur, ið eru lægri enn 158 sentimetrar.


10 kvinnur vóru við í undanumfarinum, og Aimée var ímillum tær seks í finaluni, har hon seinnapartin varð útnevnd sum danmarksmeistari.


Kappingin varð fyriskipað í Herning. Tríggjar tær fremstu, harímillum Aimée, hava nú vunnið sær atgongd til NM í Svøríki í oktobur.


Ein longri samrøða við Aimée Hansen verður at lesa í Sosialinum mánadagin.