Air France-KLM ætlar at hækka sín ognarlut í SAS úr 19,9 prosentum upp í 60,5 prosent.
Hetta skrivar flogfelagið í felagsfráboðan.
Felagið fer at keypa partabrøvini hjá Castlelake og Lind Invest í SAS. Danski staturin eigur eisini ein part av SAS.
Fyri at fáa allar neyðugar góðkenningar miðar Air France-KLM eftir at klára partabrævakeypið í seinnu helvt av 2026.
Danski staturin varðveitir sín ognarlut á 26,4 prosent, stendur í fráboðanini. Danski staturin varðveitir eisini sínar sessir í stjórnini, meðan Air France-KLM hevur meirilutan í stjórnini.
Tá Air France-KLM eigur meginpartin av partabrøvunum, fær samtakið ræðið á SAS. Skandinaviska flogfelagið verður tá dótturfelag hjá evropeiska samtakinum.
Benjamin Smith, stjóri í Air France-KLM, er spentur uppá útlitini fyri at taka ímóti SAS.
– Eftir teirra væleydnaðu umskipan hevur SAS givið imponerandi úrslit, og vit eru sannførd um, at møguleikarnir hjá flogfelagnum framhaldandi fara at vaksa gjøgnum djúpari integratión í Air France-KLM, sigur hann í fráboðanini.
SAS fegnast eisini um, at evropeiska flogfelagið ætlar at yvirtaka meirilutan av ognarpartinum.
– At Air France-KLM gerst meirilutaeigari fer at merkja eina avgerandi løtu fyri SAS, og tað er eitt sterkt signal um álit á tann vegin, vit ganga, sigur stjórin í SAS, Anko van der Werff, í eini fráboðan frá SAS.
Anko van der Werff hevur áður sagt við miðilin Finans, at tað hevði verið logiskt, um Air France-KLM skuldi ogna sær ein stýrandi part í SAS í framtíðini.
Virðið á væntaðu íløguni hjá Air France-KLM í SAS verður ásett, tá avtalan er liðug. Tað verður tikið støði í roknskaparúrslitinum hjá SAS.
SAS varð avskrásett í august 2024, og eftir hetta yvirtók Air France-KLM ognarrættin saman við privata kapitalgrunninum Castlelake, íløgufelagnum Lind Invest og danska statinum.
Hetta hendi eftir eina konkursverndartilgongd í USA, har felagið varð umlagt.
SAS kom í álvarsligar fíggjarligar trupulleikar eftir corona-farsóttina í 2020 og 2021, ið sum heild gekk hart út yvir flogvinnuna.
Síðani varð SAS rakt av einum drúgvum og dýrum flogskiparaverkfall í 2022 í kjalarvørrinum av eini spariætlan. Hetta sendi SAS út á eggina, og felagið mátti søkja um konkursverju í USA.
/Ritzau/