Airbnb fer at boða frá skattainntøku næsta ár

Frá næsta ári at rokna fer Airbnb í Danmark at boða skattamyndugleikunum frá, hvussu nógv goldið verður útleigarum.

 

Í vár samdust fleiri flokkar í Fólkatinginu um eina nýggja lóg, sum skuldi gera tað lættari hjá statinum at fáa tær inntøkur av býtistænastu fyri útleigu, sum eitt nú Airbnb.

 

Lógin var til 1. viðgerð í Fólkatinginum hósdagin, og Airbnb sigur í tíðindaskrivi, at um lógin verður samtykt, so fara tey at geva upplýsingar um inntøkur hjá kundunum í Danmark frá 1. juli 2019.

 

Tað hevur leingi verið funnist at Airbnb fyri ikki at rinda ein rímuligan skatt. Útleigarar hava kunnað latið vera við at boða frá síni inntøku, og felagið sjálvt rindar ógvuliga lítlan skatt í Danmark.

 

Sambært tíðindaskrivinum frá Airbnb eru umleið 39.000 danir, sum leiga út gjøgnum tænastuna.

 

Enn er einki slíkt lógaruppskot á veg í Løgtingið. Men er tað samtykt í Danmark kann tað skjótt eisini verða samtykt í Føroyum.

 

/ritzau/