Seinnu árini er tað blivi alt meira vanligt at nýggir bilar koma við aircondition. Hetta hevur ført við sær at bildeildin á Tekniska Skúla í Havn hevur skipað fyri skeiði fyri bilmekanikarar í viðlíkahaldi av hesum skipanum. Luttakararnir, ið vóru 9 í tali, fingu bæði ástøðiliga og verkliga frálæru, ið endaði við eini roynd, ið gevur eina KMO (Kølebranchens Miljø Ordning) góðkenning, og harvið kunnu teir arbeiða við køliskipanum við fylling upp til 1000 gram.
Heilsutrupulleikar
Hesir 9 luttakararnir fingu serfikat uppá at kunna viðlíkahalda og geva ta røttu tænastuna, sum er í samsvar við treytirnar ið bilframleiðarin áleggur, og at tað verður rætt atborið við við t.d. burturbeining av CFC gassum, og at arbeiðið verður gjørt sambært galdandi umhvørvisreglum. Skeiðleiðari var Jørgen Ingvardsen frá Christronik Aps, ið eru serfrøðingar innan tænastuamboð, undirvísing og ráðgeving í køliteknikki. Christronik, ið framleiða amboðini á teirra egnu verksmiðju í Danmark, hava tætt samstarv við eitt nú Scania í Svøríki. Um aircondition skipanin lekur kann tað ávirka heilsuna hjá bilføraranum, soleiðis at hann fær høvuðpínu, búkilsku, og trupult við at anda. Tí skulu aircondition skipanir eftirhyggjast við jøvnum millumbilum.