Ajax fær legendu sum venjara

Hollendska stórfelagið Ajax hevur boðað frá, at landsliðsvenjarin og fyrrverandi stórspælarin Marco van Basten skal venja liðið. Marco van Basten er í løtuni landsliðsvenjari hjá Hollandi, men eftir EM-endaspælið í summar, skiftir hann til Ajax at starvast. Í løtuni er Adrie Koster venjari í Ajax, men hann veit longu nú av, at hann sleppur ikki at halda fram eftir hetta kappingarárið.