Akademisk inflatión

Virgar T. Dalsgaard
----

Harra Gestur Hovgaard, sam­fel­ags­kønur krystallkúlu-gán­ari hevur nú aftur tik­ið alt landið á bóli við sín­um svimlandi djúpu tank­um. Maðurin hevur góð­ar forútsetningar fyri at úttala seg um ban­a­li­tetir. Hann hevur jú ar­beitt á fleiri mystiskum ak­a­dem­is­k­um stovn­um, har hann hevur roynt seg sum sociologiskur gandakallur ella eftir-rationaliserandi prognosumakari. Hann hevur altíð vitað gjølla beskeð um fram-tíðina, tá ið hon er blivin fortíð.
Beint nú er hann staddur á Fróðskaparsetrinum, sum stórt sæð kann hýsa alskyns akademiskum talentum. Á setrinum fæst hann við føroyska samfelags-”gransking”, hvat tað so er fyri nakað. Fyribils hevur hann krógvað síni granskingarúrslit ógvuliga væl, og hann hevur helst ikki ofta tíð til at fara frá sínum djúpa og strævna engagementið í at flyta ta føroysku tankaverðina langt inn í næstu øld. Tað er jú strævið at tonkja fyri eitt heilt fólk.
Men kortini tók hann sær nú ein dagin stundir til at fara frá sínum álvarsama arbeiði, og opinberaði seg í einum fjølmiðli, har hann uttan at rysta á hondini við einum relativt føstum eygnabrá sló fast, at orsøkin til, at ein stórur partur av veljarafjøldini ikki vildi taka nakra politiska støðu, er tann, at tey ikki halda andstøðuna vera nakað alternativ. Tað er heilt fantastiskt, at vit hava so knáar akademikarar, at teir kunnu fortelja okkum slíkt. Tað er eisini tankavekjandi, at Kringvarpið heldur, at tað er bráneyðugt at órógva lurtarar við so kompliceraðum tankagóðsi. Ein so originalur tanki er minst verdur einar 40 til 50.000 kr. um mánaðin. Lat okkum fáa fleiri slíkar procent-gandakallar inn á tær almennu hyllarnar at sita, so er landið bjargað til ævigar tíðir. Minni og minni manuelt arbeiði og fleiri bládýpis-djúpar tankar og analysur frá so ekstremt gløggum akademikarum, at teir bara arbeiða við høvdinum undir arminum. Men onkrir aðrir fantastar siga, at besta heilsubótin móti fólkaflyting er at landið investerar í enn og fleiri stovnar og fleiri hyllar, har vit kunnu leggja akademikarar á.
Landið er í undantaksstøðu av mangli uppá handverkarar, men vit producera alsamt fleiri teoretikarar, sum næstan eru allergiskir yvirfyri øllum praktiskum handans arbeiði.