Ákæra Google fyri at svika við lýsingapengum

Útgevarar hava mist upp til 40 prosent av inntøkuni, sambært skjølum í einum rættarmáli í USA

Sambært ákæra í einum rættarmáli í USA hevur tøknirisin Google snýtt seg til eyka lýsingapengar frá útgevarum og keyparum. Hetta skal vera hent millum 2010 og 2019.

 

Hetta skrivar The Wall Street Journal, sambært danska miðlinum Politiken.

 

Sambært hesum hevur Google systematiskt upplýst ein lægri prís fyri lýsingaútgevarunum, meðan lýsingakeypararnir hava goldið ein munandi hægri prís. Prísmunurin er sambært ákæruni farin beint til Google.

 

Google roynir sum skilst at fáa málið avblást. Ein Google-talsmaður hevur sagt, at hald er ikki í málinum, og at tað manglar substans.