Áki og Aue vunnu uppá ein framúr góðan seinna hálvleik

EHV Aue er nú bert eitt stig frá at vera røttu megin niðurflytingarstrikuna í næstbestu týsku hondbóltsdeildini

Áki Egilsnes tók síni tøk í verjuni, men kom ikki á máltalvuna tá lið hansara, EHV Aue í næstbestu týsku hondbóltsdeildini vann ein sera týdningarmiklan 25-23 sigur á Ludwigshafen á útivølli.

 

Í fyrra hálvleiki var Ludwigshafen omaná, og heimaliðið var á odda 13-10 í steðginum. Í seinna hálvleiki skaraði serliga verjan og málverjarnir framúr hjá Aue, og tað eydnaðist at vinna seinna hálvleik 15-10, og harvið dystin 25-23.

 

EHV Aue er triðaftast í deildini við 15 stigum fyri 22 dystir. EHV Aue er bert eina verri málúrtøku frá fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í aðru bundesligu. 

 

Komandi mikukvøld spælir EHV Aue heimadyst móti Nordhorn-Lingen.