Áki og liðfelagarnir mistu sigurin í seinastu løtu

EHV fekk javnleik á útivølli móti Ferndorf

Áki Egilsnes skoraði í dag tvey mál fyri EHV Aue sum á útivølli í dysti í 2. bundesligu spældi javnleik 24-24 móti Ferndorf.

 

Ólukkutíð fyri EHV Aue javnaði Christoph Neuhold hjá Ferndorf til 24-24 í allarseinastu løtu.

 

EHV Aue er næstaftast í deildini við 17 stigum fyri 29 dystir. Trý stig eru upp til fjórðaftasta plássið sum gevur eitt nýtt kappingarár í 2. bundesligu. Har hevur júst Ferndorf 20 stig, so við sigri í dag kundi EHV Aue verið bara eitt stig frá at vera røttu megin niðurflytingarstrikuna. 

 

Fríggjakvøldið 22. apríl spælir EHV Aue dyst aftur. Talan verður um ein sera torføran dyst á heimavølli móti Gummersbach, ið er greitt oddalið í deildini við 46 stigum.