FLOGFERÐSLA
Atlantic Airways er farið undir at endurnýggja sín flota. Um tríggjar vikur kemur nýggjast íkastið til flotan eitt seks ára gamalt British Aerospace flogfar av sama slagi, sum í løtuni flýgur á føroyarutunum hjá felagnum.
Ein endurnýggjan av flotanum kann eisini fara at merkja munandi størri flogfør í Vágum. Týsmorgunin lendi Airbus A319 í Vágum.
-Vit kanna í løtuni, um tað vildi verið ein møguleiki at keypt eitt tílíkt flogfar. Tað er ikki talan um nakra samráðing. Vit kanna í løtuni, hvørjar møguleikar vit hava, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Kimon Sotiropoulos, sales Director hjá Airbus, sigur, at eitt tílíkt flogfar sum einki kann lenda í Vágum í ringum veðri. Hann sigur eisini, at serliga bíligari viðlíkahald ger, at Airbus flogfari er bíligari í rakstri enn verandi flogfør hjá Atlantic Airways.
Hann er sera áhugaður í at selja flogfør til Atlantic Airways, og tí hevði hann einki ímóti at koma til Føroya við hesum flogfarinum, sum er selt til Kili.
Ein Airbus A319 skal bíleggjast tvey ár undan.
_____________
Tað gekk sum smurt at lenda í Vágum stutt eftir kl. 10 týsmorgunin. Fyri fyrstu ferð lendi eitt Airbus flogfar í Vágum. Pláss er fyri 136 fólkum umborð, men bert nakrir fáir franskmenn vóru við flogfarinum.
Roknað verður við, at við verandi flogbreytarlongd, so ber til at flúgva við 130 fólkum og einum tonsi av farmi. Í løtuni liggur talið um eini 80 fólk og eitt lítið tons av farmi. Verður breytin longd 150-200 metrar, so ber til at lasta tvey tons umborð.
Áhugin var stórur fyri flogfarinum, sum tó ikki tóktist stórvegis øðrvísi enn verandi flogfør hjá Atlantic Airways. Fleiri setur vóru, og tú merkti, at flogfari var frá 2005 í mun til eldru flogførini hjá Atlantic. Men tað var ikki tann nógva marglætisdámur
220 milliónir
Kostnaðurin fyri eitt Airbus A319 flogfar er einar 220 milliónir. Sostatt er tað ein øgiliga stór avgerð hjá Atlantic Airways, um eitt Airbus flogfar av hesum slag regluliga skal seta seg í Vágum.
-Vit fara nú at kanna eftir, hvat ber til hjá okkum, og hvat annað er á marknaðinum, sigur Magni Arge.
Eitt stórt keyp vil eisini merkja broytingar fyri Atlantic Airways, men tað er ov tíðliga at siga, hvussu verður, um so er, at eitt tílikt flogfari verður keypt.
- Vit royna sjálvandi at fáa útreiðslurnar niður, og hetta er ein máti at gera hetta uppá. Vit mugu so royna at finna eina loysn, sum gevur mest møguligt fíggjarligt avkast, sigur Magni Arge.