Aktivistur órógvar í Gøtu: Slaktari við króki

Maðurin hevur masku á og melur á kaiini.

Aktivistar hava verið upp á spæl í Norðragøtu fyrrapartin í sambandi við grindina, ið legði beinini í morgun. 

 

Ein maður hevur gingið runt í einum blóðdálkaðum fyrriklæði og sóknarongli í hondini, og so hava tey filmað tað og lagt út á Facebook.

 

Tað eru umboð fyri nýggja felagsskapin hjá Paul Watson. Felagsskapurin eitur Captain Paul Watson Foundation, og tað er deildin í Stórabretlandi, sum hevur lagt hetta videobrotið út.

 

Hygg at videobrotinumHER.

 

##med2##