Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu vísir á, at byggingin av deplinum til børn og ung við fjølbreki gongur væl.
Sambært ætlanini verður depilin liðugur í komandi ári.
– Byggingin av íbúðum til fólk við menningartarni er seinkað nakað av ymiskum orsøkum, men gongd kemur á ta byggingina í 2014.
Magnus Rasmussen sigur, at nevndu íbúðir verða eftir ætlan lidnar í 2015, og tað er landsmyndugleikin, sum er byggiharri í báðum hesum verkætlanum í Runavík.