Al-Qaeda hóttir Charlie Hebdo eftir endurprent av tekningum

Charlie Hebdo tekur feil, um blaðið heldur, at álopið í 2015 bara kann henda einaferð, sigur Al-Qaeda,

Al-Qaeda  hevur sett fram hóttanir ímóti franska satirublaðnum Charlie Hebdo um endurtøkur av álopinum á blaðið í París í 2015.

Tað gera tey, eftir at Charlie Hebdo hevur endurprentað fleiri kontroversiellar keiputekningar av profetinum Muhammed.

Tað upplýsir USA-grundaða tíðindablaðið Site, sum heldur eyga við hernaðarligum bólkum á netinum, í gjár.

Í blaðnum á netinum One Ummah ávarar Al-Qaeda fríggjadagin um, at Charlie Hebdoe mistekur seg, um blaðið heldur, at álopið í 2015 bara kundi henda eina ferð.

Samstundis lýsir Al-Qaeda  Muhammed-tekningarnar sum »vanvirðisligar«.

Charlie Hebdo hevur endurprentað tekningarnar í sambandi við rættarmálið ímóti 14 persónum, sum eru ákærdir fyri at hava samband við álopið ímóti blaðnum eins og eitt álop á ein jødiskan handil í Paris í 2015.

– Vit fara ongantíð at leggja okkum niður. Vit fara ongan at gevast, skrivaði blaðstjórin á blaðnum, Laurent Sourisseau, undan endurútgávuni av tekningunum 2. september, tá eisini rættarmálið ímóti teimum 14 fólkunum byrjaði í París.

Millum tekningarnar eru tær Muhammed-tekningar, sum Jyllands-Posten prentaði í 2005, og sum Charlie Hedbo eisini prentaði 2006.

Undir álopinum á Charlie Hebdo blivu 12 fólk myrd, teirra millum nakrir av mest virdu keiputeknarunum í Frankaríki.

Tað vóru teir báðir brøðurnir Said og Chérif Kouachi, sum fóru inn á redaktionini á Charlie Hebdo og fóru at skjóta.

Blaðið hevði tá klovið landið vegna umstríddu tekningarnar av profetinum Muhammed.

Teir báðir brøðurnir vórðu dripnir av løgregluni norðan fyri París, har teir høvdu víðgyrt seg á eini prentsmiðju.

Danska blaðið Informatión skrivaði fyrr í vikuni, at Charlie Hebdo ikki fekk loyvi frá Jyllands-Posten at endurprenta blaðsíðuna, sum Muhammed-tekningarnar upprunaliga vóru á.

Blaðið prentaði í staðin tær 12 Muhammed-tekningarnar hvør sær.

/ritzau/AFP