Nakrir skaðar stóðust av torusláttrinum leygardagin. Eitt nú fór sendarin hjá Kringvarpinum, og sambandið við alarmsentralin reyk eisini. Av politistøðini verður sagt, at fólk kortini alla tíðina fingu fatur á hjálp, tí alarmsentralurin varð fluttur yvir á telefonina hjá politinum. Nú riggar 112 aftur.