Meðan teir í AB stórfegnaðust um sigurin og avrikið hjá Sorin Anghel, so ásannar ÍF venjarin, at hansara lið er alt ov illa mannað at vera við í kappingini um fremstu plássini.
Tað vóru flongdir heimamenn, sum í góðveðrinum seinnapartin í gjár tóku stuttu brekkuna av vøllinum og niðan í felagshúsini í Fløtugerði. Á rygginum bóru fuglfirðingar 4-1 tap ímóti AB, sum frammanundan ikki hevði vunnið í sjey dystum, og sum bara hevði vunnið í fyrsta umfari í Gøtu.
Sorin Anghel var stóri maðurin í Fuglafirði. Hann skoraði reint hattrikk, tá ið hann vendi 0-1, sum afturkomni miðverjin Dmitrije Jankovic var so óheppin beinanvegin at geva ÍF, til 3-1. Í øllum førunum stýrdi Sorin, sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í vinstru, bóltin í málið við høvdinum, og í tveimum førum var tað, eftir at Jákup Mikkelsen í fyrsta umfari hevði hálvbjargað eftir roynd frá Sorin Anghel.
ÍF venjarin Albert Ellefsen kendi 4-1 tapið sum stóra eyðmýking:
– Eg havi ongantíð áður verið úti fyri sovornum. Hetta er stutt sagt tað vánaligasta, sum eg nakrantíð hava verið við til. Vit góvu teimum tvey mál, tá ið verjuspælari hjá okkum gav álopsspælara hjá teimum bóltin frammanfyri brotsteigin hjá okkum. Í tveimum førum var Sorin Anghel fyrstur á returbólti, eftir at Jákup hevði bjargað. Vit høvdu tosað um, at hetta mátti ikki koma fyri, men vit snorksova. Tað er skjótt at staðfesta, at vit hava onga verju, var staðfestingin hjá ÍF venjaranum.
– Í fjør vóru vit 17-18 spælarar. Nú eru vit 12 spælarar, og tað ber ikki til. Høgni Zachariassen hevur verið skaddur alt árið, og tað er dyggur smeitur. Vit hava ongan vinstra vongverja, og tað kostar. Vit vóru stutt sagt niðurspældir. Síðstu løtuna sendu vit Bartal fram í álopið, men hesa ferð hjálpti tað ikki.
Albert Ellefsen sigur, at teir sjálvandi fara at arbeiða við at tetta, áðrenn oyggjauppgerðina ímóti B68 um eina viku, men hann dugir ikki at siga, um tað fer at bera til at fáa meiri fólk.
– Nú mugu vit standa saman sum eitt lið og arbeiða við at reisa okkum.
Høg sigarføring í AB
AB liðformaðurin og framrættaði miðvallarin Jónas Stenberg var ovurfegin um, at tað endiliga hevði eydnast honum og liðfeløgunum at vinna:
– Hóast vit ikki høvdu vunnið seinastu sjey umførini, so hava vit alla tíðina trúð uppá, at tað fór at bera til. At vinna 4-1 í Fuglafirði er ikki bara bara, og tað var flott, at vit reistu okkum, hóast vit góvu teimum leiðslumálið. Eg misti í uppspæli, og tað skal ikki leggjast Dmitrije Jankovic til last, at hann var óheppin at stýra innleggi í okkara mál. Hann var annars ein brandur. At hann vann luftdystirnar og var tryggur á bóltinum, hóast hann ikki er í fullgóðari venjing, vísir bara hvønn týdning hann fer at hava fyri okkum, heldur Jónas Stenberg, og hann heldur fram:
– Ætlanin var at spæla í borðunum og leggja innfyri. Tað hevur eydnast áður, men hesa ferð eydnaðist tað at fáa úrtøku. Vit eiga fleiri góðar framrættaðar spælarar. Hesa ferð var Sorin framúr og dagsins maður, og tað var eisini hugaligt, at Jóan Símun Edmundsson varð skiftur inn. Tað merkist beinanvegin, tí hann er so góður at spæla framá, og tað var eisini gott, at hann skoraði eitt mál.
Koma royndirnar frá í fjør tykkum til góða nú?
– Kanska gera tær tað. Vit hava spælt væl í fleiri umførum, hóast vit hava tapt, men nú halda vit fram soleiðis, sum vit gjørdu í dag, var viðmerkingin hjá AB liðformanninum, sum saman við liðfeløgunum trýr uppá, at tað ikki verður AB, sum í heyst fer at flyta niður í næstbestu deildina!

Albert kendi seg eyðmýktan

