Albert setti vestanstevnu

Kempur so seigar, løgdu inn teigar

úr haga til grønkandi bø.

Harðvunnar hendur – garðurin stendur

við klípum frá hæddum í støð.

Her stóðu teir kropnir við haka í hond,

teir saksaðu, veltu og gróvu.

Treiskir teir bygdu á kroppinum land,

meðan sólin sær søkir hav

(Eftir Jens Eli Ellefsen)

- Bøurin stendur, sum ein varði yvir forfedrar okkara, sum bygdu Miðvág. Her stóðu teir kropnir við haka í hond. Hyggið rundan um tykkum! Verið stolt av tí, tit síggja, og vísið tað fram! Jú Miðvágs bygd er sanniliga ein vøkur bygd.

Við hesum orðum byrjaði borgarstjórin í Vága kommunu, Albert Ellefsen, sína røðu, tá hann setti vestanstevnu í kvøld.

- Her býr eitt fólk, sum í nógv ættarlið hevur verið eitt mentað fólk, har alskurin til náttúru og fólkið hevur verið framúr. Miðvágur eigur undangongufólk á nógvum økjum. Vit eiga skaldini Jacob Jacobsen, Mikkjal á Ryggi, Olivar á Ryggi, Rasmus á Háskúlanum, Gudmund Bruun, Dagmar Joensen-Næs, Harry Birtilíð, Jens Eli, Valdemar og fleiri onnur. Vit eiga mannin, Hans Jacob Hansen (Eirthansjacob), sum fann uppá flagveltuna. Fyrr var hon nevnd miðvágsveltan ella vágaveltan.

Borgarstjórin vísti á, at Miðvágur eigur mannin Hans Christoffur Joensen, bónda á Ryggi, sum bygdi tey fyrstu seyðahúsini í Føroyum. Hann var eisini kendur fyri tann tá á døgum so stóra og prýðiliga havan, hann gjørdi. Havaaarbeiði hansara hevur smittað av, tí fáar staðir í Føroyum sært tú so nógv og stór trø, sum í Miðvági.

- Vit eiga Bjarna Joensen, sum saman við øðrum góðum fólki útviklaði vágasnelluna umframt mangt annað.

Sangarinnan, Christina Elisabeth Mørkøre, segði í samrøðu við Sosialin farna vikuskiftið: “Tað at verða føroyingur, er eitt brand. Tú skapar eitt brand við at knýta nøkur virðir til eina vøru ella tænastu. Virðini kunnu sigast uppá nógvar mátar. Tað kann gerast beinleiðis ella óbeinleiðis við at fortelja eina søgu. Við eitt brand setur tú eisini jaligar upplivingar við tænastuna ella vøruna. Í dag er eisini vanligt at branda lond og býir fyri at fáa ferðafólk á vitjan. Føroyar hava ætlanir um at branda seg..."

Albert helt fyri, at skulu vit trúgva orðunum hjá Christinu Elisabeth, hava vit longu eitt brand í fólkinum.

- Tá tú leggur eina ætlan, verður ofta tað besta tikið burturúr. Tað, sum vit vilja verða kend fyri. Tað sum er neiligt, verður ikki borðreitt, og eigur ikki at verða borðreitt yvirhøvur. Vit í Miðvági vilja verða kend fyri okkara mentan, okkara yrkjarar, listamenn, rithøvundar, ítróttarfólk og vinnulívsfólk. Vit vilja verða kend fyri, at her býr gott fólk, har tolsemið er við teimum, sum eru øðrvísi og ikki hava evni ella møguleika, at útinna tað, tey so fegin vildu. At geva pláss fyri slíkum, ríkar bygdarlívið. Eingin skal føla seg minni verdan enn ein annar, segði Albert Ellefsen m.a., tá hann settu vestanstevnu í kvøld.

Kelda til greinastubban er heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.