Albert tekur eftir pápan, abban og langabban

Fjórða ættarlið var millum málskjúttarnar, tá ið Ísland í dag vann 4-1 ímóti Indonesia

Íslendska fótbóltslandsliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Indonestia, har landsdystur var á skránni fyrr i dag. Ísland vann 4-1, eftir at heimaliðið legði seg framum og Ísland javnaði dygst undan steðginum.

 

Merkisvert var tað, at Albert Guðmundsson skoraði trý mál. Hetta var triðja ferðin, at Albert Guðmundsson var á landsliðnum, og hetta vóru fyrstu landsliðsmálini hjá honum.

 

Í Íslandi verður gjørt burturúr, at Albert Guðmundsson er fjórða ættarlið av landsliðsspælarum í fótbólti, sum hava skorað mál fyri Ísland.

Hann er sonur Guðmund Benediktsson – ofta nevndur Gummi Ben - sum var álopsspælari, og sum tey seinnu árini er vorðin kendur sum frásøgumaður í íslendska sjónvarpinum, tá ið landsliðið hevur spælt. Hann spældi fyri tað mesta í Íslandi og skoraði í sínum fyrsta landsdysti, sum í 1994 var ímóti Sameindu arabisku Emiratunum. Tilsaman skoraði Guðmund tvey mál í tíggju landsdystum.

 

Abbin er Ingi Björn Albertsson, sum eisini var álopsspælari, og spældi í íslendskum feløgum. Í nógv ár var hann venjari, og nú er hann altingsmaður. Í sjeytiárunum var hann fimtan ferðir á landsliðnum, har hann skoraði tvey mál.

Ingi Björn Albertsson varð føddur í Nice í Fraklandi. Tað komst av, at pápi hansara, Albert Guðmundsson, eftir kríggið spældi fótbólt uttanlands. Hann umboðaði feløg í Skotlandi, Onglandi, Fraklandi og Italia. Albert var fyrsti íslendski fótbóltsspælarin, ið sum yrkisleikari royndi seg uttanlands. Hann spældi seks landsdystir og skoraði tvey mál.

Seinni var hann altingsmaður og bæði vinnumálaráðharri og fíggjarmálaráðharri.

 

Trífaldi málskjúttin ímóti Indonesia í dag er uppkallaður eftir langabbanum.

Umframt at gera buturúr, at fleirfaldi málskjúttin er fjórða ættarlið av málskjúttum á landsliðnum, so staðfesta íslendsku miðlarnir, at 20 ára gamli Albert Guðmundsson, sum umboðar PSV Eindhoven í Hollandi, eftir at hava verið tríggjar ferðir á landsliðnum, hevur skorað fleiri mál á landsliðnum, enn pápin, abbin og langabbin megnaðu.